Fótbóltur

Dystirnir hjá Evropa-liðunum verða spældir mánadagin

Kommunuuppgerðin millum NSÍ og Skála er útsettu ein dag - arvafíggindarnir KÍ og HB skuldu hittast í Summarfestival-dysti fríggjakvøldið, men spæla ístaðin mánadagin klokkan 18.30. Hetta vegna útidystir í Evropa hóskvøldið.

NSÍ hevur týðandi landskappingardyst mánakvøldið áðrenn enn ein evropeiskan dyst í Klaksvík hóskvøldið - KÍ spælir móti HB mánakvøldið í Klaksvík og síðani á Tórsvølli hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevur týðandi landskappingardyst mánakvøldið áðrenn enn ein evropeiskan dyst í Klaksvík hóskvøldið - KÍ spælir móti HB mánakvøldið í Klaksvík og síðani á Tórsvølli hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-08 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 18. umfari varð spældur fríggjakvøldið, ein framskundaður dystur var á ólavsøku, Víkingur og B68 spæla í Sarpugerði sunnudagin seinnapartin, og tveir teir seinastu dystirnir í umfarinum byrja mánakvøldið 

KÍ - HB og NSÍ - Skála eru fluttir frá ávikavist fríggjadagin (festivaldysti) og sunnudegi. Hetta tí at tey bæði fremstu liðini í landskappingini spældu evropeiskan útidyst hóskvøldið.

Tá ásetur mannagongdin hjá FSF, at liðini skulu hava tríggjar fullar dagar ímillum, har eingin dystur er.

KÍ er aftanfyri 1-0 móti Lech Poznan eftir fyrra Europa League-dystin millum liðini, og NSÍ skal royna at venda 0-2 frá Conference League-dysti síðani í Sveis.

Tey bæði fremstu liðini í Meistaradeildini, sum bæði  hava 34 stig og harvið hava lykladystir mánakvøldið, spæla seinnu dystirnar í 3. umfari í evropeisku kappingunum hóskvøldið klokkan 18.30: NSÍ í Klaksvík.

NSÍ spælir í Klaksvík, meðan KÍ skal á Tórsvølli, tí løgregluvaldið metir, at talan er um sonevndan high-risk dyst. Men áðrenn tað halda tey fram at renna kapp ovast í føroysku kappngini.

Sí eisini: Fótbóltsskýlið á FM1: Stórur spenningur í Evropa - framvegis evropeiskir møguleikar hjá NSÍ og KÍ

18. umfar í Meistaradeildini
Fríggjadagin 7. august
07 Vestur - EB/Streymur 3-2 (2-2)
11' Jonathan Flensborg 1-0
22' Marius Nielsen 1-1
25' Jonathan Flensborg 2-1
29' Gutti Dahl-Olsen 2-2
70' Edvin Jakobsen 3-2 

Meira um dystin her

Hoyr eisini samrøður, sum Trygvi Absalonsen gjørdi við venjararnar báðar: 
Sigfríður Clementsen: - Vit spæla undir støðið í kvøld
Tór-Ingar Akselsen: - Leikararnir hjá 07 Vestur vísa stóran stríðsvilja

Sunnudagin 9. august 
15.00: Víkingur - B68

Mánadagin 10. august
18.30: KÍ - HB
19.00: NSÍ - Skála

FM1 sigur frá øllum dystunum í umfarinum og til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

B36 vann 1-0 á AB í framskundaða dystinum millum liðini á ólavsøku. Talan var um dyst í 18. umfari

Støðan í løtunI: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder