FSF: Sunnudagin varð endaspælið í MeistaraDeildini hjá kvinnum sparkað í gongd. Í ovara bólkinum var ein dystur á skránni. Í Gundadali hevði HB vitjan av Víkingi, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimaliðið. Málskjútti var Lisa Haraldsen.
Hini bæði liðini í ovara bólkinum, Skála og KÍ, møtast undir Mýruhjalla á Skála í annaðkvøld, mánakvøldið klokkan 18:30.
Í niðara bólkinum vann B36 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, og á Dungasandi í Sørvági fekk 07 Vestur eina flúgvandi byrjan uppá endaspælið við 4-0 sigri á FC Suðuroy.
Ragnhild Magnusson gjørdi bæði málini hjá B36, meðan Hansina Nesá skoraði fyri ÍF. Málskjúttarnir hjá 07 Vestur vóru Kristina Gásdal, ið gjørdi tvey, og Bjørk Akselsen og Margit Magnusdóttir.
Áðrenn dystin á Dungasandi varð Evelin Mastropasqau úr 07 Vestur heiðrað sum besti spælari í juni mánað. Hinar báðar, ið vóru tilnevndar, vóru Brá Zakariasardóttir og Julia Naomi Mortensen úr HB.
– Eg eri sera glað fyri at vita, at arbeiðið verður gjørt væl. Hetta er ein stór viðurkenning, og eg eri takksom fyri álitið, sigur Evelin Mastropasqua, tá hon verður spurd, hvussu tað kennist at verða vald til besta spælara í juni.
Tað var Randi Hilmarsdóttir Thomassen, forkvinna í kvinnunevndini í 07 Vestur, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Evelin eitt gávubræv frá Bygma Balslev, og eitt heiðurstekin, ið er latið av FSF.
Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald