Fýra dystir, tvey mál og trý upplegg. Jóan Símun Edmundsson er flúgvandi í Týsklandi, og góða byrjanin hevur við sær, at toftamaðurin er valdur til besta leikaran hjá sínum nýggja felagið fyri august.
Jóan Sìmun skifti úr OB til týskan fótbólt í summar, og 26-ára gamli føroyingurin tykist ikki at nýta nógva tíð fyri tilvenjing. Álopskendi leikarin við tí góða teknikkinum hevur víst seg fram fyri Bielefeld, og við sínum tveimum upplegum í 5-3 sigrinum á Jahn Regnesburg leygardagin varð hann eisini valdur til liðið hesa vikuna hjá stóra fótbóltsblaðnum Kicker.
Jóan Símun er nú í Føroyum, har hann saman við liðfeløgunum á landsliðinum fyrireikar seg til uppgávuna móti Malta á Tòrvølli fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald