Annað

Marius og Alex gjørdust FM vinnarar

Kappast var í FM í leirdúgvuskjóting um vikuskiftið.

Nummar 1, 2 og 3 fyri Skeet einstaklingar

Nummar 1, 2 og 3 fyri Skeet einstaklingar

2018-09-03 12:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farna vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya, skipað fyri FM í leirdúgvuskjóting á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappast bleiv í skjótigreinunum trap og skeet, og byrjað varð at skjóta innleiðandi umførini leygardagin, og síðani seinastu innleiðandi umførini umframt finalur, sunnudagin.

Leygardagurin varð eisini seinasti kappingardagurin í FM liðkappingini í ár, og úttøkuni til føroyska brutto landsliðhópin, til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.

22 skjúttar luttóku í kappingini, og úrslitini frá 1,2 og 3 blivu hesi:

Skeet – einstaklingar: 1. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag 2. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag 3. Magni Dam, Sunda Byrsufelag

Trap – einstaklingar: 1. Alex Johannesen, Eysturskot 2. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli 3. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli

Við sigrinum vann Alex Johannesen FM ferðasteypi frá 2009 til ognar.

Skeet – unglingar: 1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag 2. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag 3. Benjamin Thomassen, Veiðifelagið Byrsumúli

Skeet – liðkapping: 1. Sunda Byrsufelag A 2. Sunda Byrsufelag B 3. Veiðifelagið Byrsumúli A

Trap – liðkapping: 1. Veiðifelagið Byrsumúli A 2. Eysturskot A 3. Veiðifelagið Byrsumúli B

Skeet – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019: Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag - Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag - Sámal Debes, Sunda Byrsufelag - Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag - Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Veiðifelagið Byrsumúli - Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag

Trap – bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019: Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli - Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli - Alex Johannesen, Eysturskot - Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli - Esmar A. Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli - Petur Skeel Dahl, Veiðifelagið Byrsumúli

Bruttohópurin skal fyrst í komandi árið, kappast um endaligu tvey plássini í hvørji grein.

Øll úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá Skjótisamband Føroya.

- Skjótisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder