KÍ vann seg í gjár víðari til 2. umfar í Champions League og harvið nærri einum deildarspæli.
Sí eisini: Evropeisku toppskjúttarnir slógu til og KÍ víðari í Champions League
Men við søta sigrinum fylgdi eisni nakað neiligt - fyri KÍ og Odmar Færø. Tí seint í dystinum varð royndi miðverjin skallaður hart í andlitið. Hetta var eitt óhapp, eitt ófantaligt óhapp, har ein hjá Atert Bissen kom inn í nærdyst á ógvusligan hátt, beint tá Odmar ruddaði væl vekk.
Landsliðsprofilurin noyddist av vølli, og tað sást á myndunum, at har millum annað var blóð
og fór á sjúkrahús í Luksemborg býi. Har var tó lítið staðfest í gjárkvøldið og í nátt, men í dag varð Odmar Færø kannaður aftur í Luksemborg, meðan liðfelagarnir ferðaðust heim til Føroya. Úrlsitið var ikki tespiligt:
- CT kanningin vísti fimm brot: Trý kring eyga, eitt í kjálkanum og so eitt í sinus partinum av nøstinum.
Hetta staðfestir Odmar Færø fyri Portalinum í kvøld. Hann skal undir skurð, men um tað er í Luksemborg ella ikki, er ikki staðfest enn.
- Enn veit eg ikki um eg skal skurðviðgerast her men skal sum nú er til spesialist mánadagin.
Av tí at talan er um brot í partum av andlitunum, kann KÍ-veruspælarin ikki flúgva, og tað er millum annað tí, at støðan er óviss í løtuni.
Men tað er í øllum førum greitt, at skaðin hevur við sær ein steðg frá fótbólti. Tað er ilt at siga, júst hvussu leingi, men 3-4 vikur í minsta lagi er ein meting. Mest sannlíkt verður tað longri enn hetta, men tað snýr seg eisini um, hvussu tað lekir.
KÍ skal spæla fyrra dystin í 2. umfari í Champions League týskvøldið, og avgerandi dystir um at koma í deildarspæl eru fyri framman.
Vit frætta meira um støðuna hjá Odmari Færø í næstu døgunum.
Sí eisini: Aftur Champions League-fótbóltur í Klaksvík týskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald