Hondbóltur

Portalurin vísir fyrsta plaseringsdystin frá klokkan 10.45

Umframt at tryggja sær pláss í ovaru hálvu av EM-endaspælinum, kann núverandi føroyska U18-landsliðið tryggja sær pláss til U19 HM næsta ár. Dysturin móti Norðurmakedónia byrjar klokkan 11.

Micah Wardum Ragnarsson skkal royna at gera mun, tá Norðurmakedónia er á skránni og HM-pláss uppá spæl (Mynd: Mynd: Nikola Cimburovic)

Micah Wardum Ragnarsson skkal royna at gera mun, tá Norðurmakedónia er á skránni og HM-pláss uppá spæl (Mynd: Mynd: Nikola Cimburovic)

2026-08-06 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast Føroyar nú ikki skulu spæla um fremstu plássini í EM-endaspælinum, so er framvegis nógv uppá spæl hjá ungu føroyingunum í Beograd.

Føroyar kunnu enda so mikið høgt sum nummar 9, um tað eydnast at vinna allar tríggjar plaseringsdystirnar hesa vikuna. 

Tað er í øllum førum neyðugt at vinna minst ein av hesum dystunum fyri at tryggja eitt pláss í HM fyri U19-landslið, sum hesir árgangirnir vera, næsta ár.

Hvør dystur er eisini týðandi fyri styrkistøl framyvir, umframt óítøkiligt ting sum sjálvskenslu og góðar royndir í einum endaspæli.

Føroyar spæla móti Norðurmakedónia fyrst. Liðið tapti allar dystirnar í bólkaspælinum - móti Slovenia, Svøríki og Fraklandi - men vunnu síðani á Turkalandi og Italia í niðara miðumfarinum.

Les eisini: Spæla um HM-pláss móti Norðurmakedónia hósdagin

Nú eru Føroyar á skránni hjá makedónum. Eins og higartil í endaspælinum, vísa vit dystin hjá Føroyum - við ókeypis stroyming á Portalinum og føroyskum frásøgufólki - og siga frá á FM1.

Hygg og/ella lurta frá klokkan 10.45. Tá vera Pætur Nolsøe og Tormóður Petursson Djurhuus til reiðar. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 11.00 føroyska tíð.

Video: - Vit eru á lívi enn! Føroyar vunnu fimm mál inn seinastu fimm minuttirnar

Sí eisini: Beinleiðis tónleikur, hondbóltur og festivalradio hósdagin: Frá klokkan 10 og út á seinnapartin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder