Undan kappingarbyrjan í 2016 kom tá 29-ára gamli Semir Hadzibulic til Føroyar á fyrsta sinni. Hann gjørdist beinanvegin ein lyklaleikari á miðvøllinum hjá KÍ, og hevur við m.a. sínum frálíku teknisku og fysisku førleikum verið ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini. Sambært Faroe Soccer hevur Semir spælt 82 dystir í øllum kappingum fyri KÍ og skorað tíggju mál.
Til núverandi kappingarár fekk KÍ millum annað Deni Pavlovic inn. Hann hevur víst seg at verið sera sterkur í miðverjuni hjá KÍ, og hevur verið ein av bestu verjuleikarunum í Betri-deildini í ár. Deni hevur sera góðar eginleikar at lesa spælið, og umframt at hann kemur fyri nógvum í verjupartinum, hevur hann skorað tvey týdningarmikil mál í Evropa – úti og heima móti Birkirkara, har KÍ spældi seg víðari. Deni Pavlovic hevur spælt 22 dystir fyri KÍ, og skorað tvær ferðir í heimligu kappingini.
Deni er júst vorðin 25 ár, og hann og 32-ára gamli Semir hava í dag longt um samstarvið við KÍ. Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld. Serbisku leikararnir høvdu sáttmála fyri 2019 framanundan, men hann er nú longdur eitt ár.
KÍ er í løtuni á 2.plássið í Betri-deildini við 45 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald