Hondbóltur

Video: Enn ein málframsýning hjá Boasi

16 mál móti Svøríki: Høgg, gjøgnumbrot umframt nógv trygg og frek brotskøst. Boas Ellefsen á Skipagøtu hevur nú skotið 83 EM-mál og skal leggja afturat móti Póllandi sunnudagin klokkan 11.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-08 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Boas Ellefsen á Skipagtøu hevur nógv skot í hvørjum dysti, og nógv liggur á herðunum hjá nummar 14 í føroyska álopsspælinum.

Tað er sjálvandi ikki alt, sum riggar, men nógv ger eisini, og tað sær ofta flott út hjá ársins spælara í fremstu føroysku mansdeildini.

16-ára gamli spælskiparin skoraði heili 16 ferðir móti Svøríki fríggjadagin. Tað rakk júst ikki hjá Føroyum, sum taptu 34-35.

Men Boas undirhelt við øllum møguligum góðum málunum - eisini eru brotskøstini í stóran mun ógvuliga sannførandi og eisini javnan frek.

Sí øll málini ovast - frásøgn: Pætur Nolsøe og Tormóður Petursson Djurhuus

Nú hevur Boas á Skipagøtu 83 EM-mál í 7 dystum. Tað vil siga beint undir 12 í miðal. Hann er næstovastur á EM-toppskjúttalistanum: Sjey mál eru upp til Yonathan Pelach, sum hevur skorað heili 90 ferðir higartil í Serbia.

Les eisini: Nú hevur Boas yvirhálað systkinabarnið

Boas Ellefsen á Skipagøtu skal leggja afturat í morgin kl. 11, tá Føroyar spæla seiansta dystin í Serbia: Móti Póllandi um HM-pláss næsta ár, tá U19 endaspæl er á skránni.

Tann dysturin sæst á Portalinum og kann eisini hoyrast á FM1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder