Evropiska árið hjá Víkingi er av eftir tveir dystir - hóast vitjunartíðin var har, og serliga ein ordiliga sterk løta var í kvøld.
Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skuldi venda tvey-máls tapið frá dystinum úr Íslandi, og tað sá út til at eydnast eina løtu.
Talan var annars um ein vánaligan fótbóltsdyst í 1- hálvleiki, har Stjarnan einki megnaði við bóltinum og ei heldur vildi nakað serligt. Og har Víkingur ikki megnaði at skapa møguleikar hóast yvirvág.
Men stutt inn í 2. hálvleik kom lív í, og mistøkini við bóltinum fóru markant niður. Víkingur fór veruliga at spæla skjótt og væl, Aron Benjaminsen og hinir hóttu, og í 59. minutti brast fyri nev. Eftir hornaspark kom bólturin út til Aron, sum eins og í Íslandi setti vinstra fótin á og umvegis íslendska málverjan í netið til 1-0 til Víking. Tveir evropeiskir dystir og tvey mál hjá 18-ára gamla vonginum.
Tveir minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum hjá Stjarnuni. Gott spæl hjá Víkingi, beinrakið innlegg frá Inga Jonhardsson, Sølvi Vatnhamar var púra fríur og stútaði bóltin trygt í netið: 2-0 og 3-3 samanlagt. Áttanda evropeiska málið hjá 40-ára gamla leirvíkinginum.
![]()
![]()
Ultras hjá Víkingi vóru framúr í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Víkingur úti av evropeiskum fótbólti
Tað luktaði tó ikki longda leiktíð leingi við Djúpumýru, men Víkingur fekk ikki bygt á viðráki.
Í 67. minutti gav estiski dómarin Stjarnuni eitt ógvuliga bleytt fríspark mitt á Víkinga-hálvuni - burdi í roynd og veru ikki verið dømt. Heimaliðið fekk ikki avgreitt støðuna, og tá tað ikki eydnaðist at ruddað orliga burtur hjá Jákupi Johansen, sló Birnir Snær Ingasson til.
Víkingarnir stríddust men fingu ikki trýst veruliga. Nakrar dómaavgerðir fingu teir ilskaðust um, og uppgerðin slóknaði eftir 80 minuttir. Hornaspark dømt, har Víkingarnir bæði vildu hava fríspark og málspark - annað burdi hest verið dømt - men aftur ikki dekkað nóg væl upp , og so helt Bárður á Reynatrøð ikki einum skoti, sum hann burdi hildið.
2-2, samanlagt 5-3 til Stjarnuna, sum fer víðari til 2. umfar í Conference League. Teir hjá Víkingi skulu taka dýran lærdóm við, og millum annað spælt fleiri óróyndir í Evropa virðismiklar minuttir. Partar av avrikinum í dag vóru ógvuliga góðir, eins og 40 teir fyrstu minuttirnir í Íslandi. Men samanlagt rakk tað ikki hjá liðnum úr Eysturkommuni.
Conference League 1. umfar - seinnu dystirnir
Hósdagin 16. juli við Djúpumýru
Víkingur - Stjarnan 2-2 (0-0) - Samanlagt 3-5
59' Aron Benjaminsen 1-0
61' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 2-0
68' Birnir Snær Ingasson 2-1
81' Guðmundur Badvin Nökkvason 2-2
Meira um dystin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald